Í dag, 18. oktober, fyllir Nólsoyar Bjargingarfelag 25 ár.
Tað var hendda dag fyri 25 árum síðani, at kallað varð inn til fundar við tí endamáli at stovna eitt bjargingarfelag, og eini 40 fólk møttu.
Nevnd varð vald og lógir samtyktar, og so fór felagið til verka.
Gjøgnum árini hevur felagið útvega sær eftirhondini umfatandi útgerð, sum bæði telur bjargingarbil, brandpumpur, bjargingarbát, umframt alla persónliga trygdarútgerð. Bjargingarbilurin er fingin frá Vága Bjargingarfelag, meðan Tórshavnar Sløkkilið hevur latið sløkkiliðnum í Nólsoy brandbil.
Felagið virkar undir teirri játtan, sum løgtingið á hvørjum ári veitir Landsbjargingarfelagnum, sum síðani býtir út til lokalu bjargingarfeløgini.
Tað vóru ymsar keðiligar hendingar um hetta mundi, sum festi neistan at stovna Nólsoyar Bjargingarfelag, og sjálvt um felagið hevur verið við í onkrum LOB virksemi, hevur eingin álvarslig skaðahending verið, síðani felagið varð stovnað.
Nólsoyar Bjargingarfelag fer at hátíðarhalda 25 ára dagin leygardagin við stórum upplivingardegi úti í Nólsoy. Byrjað verður klokkan 9 á morgni við morgunmati, og síðani verður skipað fyri ymsum tiltøkum fyrrapartin.
Á miðdegi bjóðar bjarginarfelagið til ein heitan rætt, ið eins og morgunmaturin er ókeypis, og um kvøldið verður so skipað fyri veitslu fyri innbodnum og øðrum.
Av tiltøkum kann nevnast rapelling/klintran, báturin Rescue Lív verður sýndur fram og ætlandi eisini bjargingarbáturin av Eiði, Vón. Arbeitt verður við einari bjargingar framsýning við tyrluni, og so sleppa børnini at koyra runt í bygdini við bjargingarbilinum hjá felagnum.
Nevndin í dag hjá NBF sær soleiðis út:
Jan Hansen, formaður
Hans Martin Hansen, næstformaður
Malan Hansen, kassameistari
Evy Toftegaard Nielsen, skrivari
Torfríð Johannesen









