Bjargingarbeltini umborð á Smyrli lúka allar treytir

Eftir at ivi varð sáddur um, hvussu trygg bjargingarbeltini umborð á Smyrli eru, hevur Strandferðslan kanna tey í samráð ið Norsk Veritas. Úrslitið er, at bjargingarbeltini lúka allar tær treytir, sum teir skulu lúka, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Tað var fyrr í vikuni at Sosialinum kundi fortelja, at sviar høvdu ávarað um, at brek var við tí slagnum av bjargingarbeltum, sum vóru umborð á Smyrli.

Trupulleikin við teimum er, at teir kunnu søkka, tá ið teir verða tveittir á sjógv.

- Vit settu okkum beinanvegin í sambandi við Norsk Veritas og í samráð við teir er hvørt einasta belti nú kannað, sigur rakstrarleiðarin.

Umframt beltini umborð á Smyrli, var eisini talan um nøkur fá belti umborð á Teistanum.

Kanningarnar vóru gjørdar á tann hátt, at lodd við ávísari tyngd varð fest í teir og so vórðu teir sleptir á sjógv.

- Kanningarnar vístu, at hvørt einasta bjargingarbelti á Smyrli og Teistanum er fult forsvarligt og lýkur øll krøv, sigur Conrad Gaard Joensen.

Hann sigur, at eftir tí, hann hevur fingið uppspurt, er tað framleiðslan av hesum slagnum av bjargingarbeltum í einum heilt ávísum tíðarskeiði, sum tað hevur verið galið við. Men beltini umborð á Smyrli og Teistanum eru ikki umfatað av hesi framleiðsluni og eru fullkomiliga trygg at brúka.