Dag og dagliga stinga nýggir bólkar seg upp á Facebook. Onki nýtt í tí.
Men ein heldur sermerktur bólkur hevur nú sæð dagsins ljós. Hann nevnist Bjargið Havnini.
Tað tykist, sum eru umrøddar broytingar - eitt nú í filmi hjá Tórshavnar Býrað, ein orsøk til nýggja bólkin. Í øllum førum verður mynd úr filminum nýtt sum myndatilfar til bólkin.
Sagt verður soleiðis um bólkin: Hetta er ein bólkur, ið vil mótmæla ímóti hvat verður gjørt móti Havnini. Gamlir, søguligir bygningar verða rivnir niður og bygdir verða kassar í staðin!










