Tað er Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu, ið hevur undirvíst og góðkent teir seks bjargararnar, sum nú eftir egnari meting kunnu nýta trý sløg av heilivági í viðgerð av sjúkum og skaddum fólki, verður sagt í tíðindaskrivi.
– Fyri tyrlutænastuna er hetta størsti dagurin, síðani vit byrjaðu uppá SAR/HEMS í 2001. Hetta tóktist sum eitt ófáiligt mál at seta sær, og at tað í dag er nátt, er ein tann størsta menningin, síðani vit átóku okkum leiting og bjarging umframt sjúkraflutning, sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á tyrludeildini hjá Atlantic Airways.
Góðkenningin er galdandi í seks mánaðir í senn, og eftir ta tíð skulu bjargararnir aftur til nýggja roynd, eins og teir framhaldandi skulu til undirvísing í øðrum sløgum av heilivági umframt grundfrálæruni fyri so líðandi at kunna víðka um heilivágsúrvalið til gagns fyri sjúkum og skaddum, ið tørvar hjálp.
Manningin hevur venjingar hvørja viku í bjarging á landi og sjógvi og hevur uppbygt eitt vælvirkandi og dugnaligt bjargingarlið við áralongum royndum í hesi serligu tænastu.
Fleiri stór frambrot hava verið á hesum øki, síðani Atlantic Helicopters fór í gongd við SAR/HEMS í 2001. Eitt nú vóru nýggju AW139 tyrlurnar eitt risa framstig á hesum øki við betri plássi til bjargingararbeiði, men eisini kunnu tær flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum, stendur í tíðindaskrivinum.