Kanningar í USA benda á, at vaksina, sum eldri fólk fáa ímóti influensu, hevur ikki bjargað einum einasta mannalívi seinastu 30 árini.
Tey, sum hava skipað fyri kanningini, siga, at fólk hava vanliga ta uppfatan, at verða tey eldru ikki vaksinerað ímóti influensu um veturin, er stórur vandi fyri, at tey fara at doyggja, gerast tey sjúk. Men hagtøl tey seinastu 30 árini hava avdúkað, at hetta er ikki so, siga tey. Kortini ætla amerikonsku heilsumyndugleikarnir ikki at mæla teimum eldru frá at lata seg vaksinerað. William Thompson á heilsustovninum í Atlanta sigur við AP, at eftir hansara tykki er tað framvegis eitt gott hugskot at vaksinera tey eldru.
Amerikanska heilsuverkið mælir til, at fólk, sum eru farin um tey 50, verða vaksinerað, og tað sama er galdandi fyri børn, sum eru ímillum seks mánaðir og tvey ár. Kvinnur, sum eru við barn, eiga eisini at verða vaksineraðar og somuleiðis fólk, sum líða av ymsum varandi sjúkum.










