Saman við øðrum hevur Anja Ringgren Lovén stovnað barnaheim í Nigeria. Tað serliga við hesum er, at tey á barnaheiminum hava lagt seg eftir at húsa sonevndum “heksabørnum”.
Pátrúgvin er sterk nógva staðni í Nigeria, og eitt nú verður hildið, at hevur ein familju eina heldur tunga lagnu, er ein hugsandi orsøk, at okkurt barn teirra er sonevnt heksabarn.
Verður eitt barn mett at vera heksabarn, er mest sum púrasta vist, at tað fær eina óhugnaligu lagnu. Á barnaheiminum, sum Anja er við til at reka, royna tey at hjálpa hesum børnum, umframt at tey leggja stóru orku í upplýsingararbeiði, so tey kunnu koma pátrúnni og fordómum til lívs.
Fyrilesturin verður á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn mikukvøldið, og hann er ókeypis.