Bjargar Bali heiminum?

Veðurlagsbroytingar hava stað­ið ovarlaga á bredd­an­um seinastu árini. Í ár hev­ur uppmerksemi við­víkj­andi veðurlagsbroytingum verið sera stórt. Í Føroyum hevur tað mest verið kjakið við­víkj­andi Kyoto sáttmál­an­um, men eisini hava verið hissini orðaskifti um burð­ar­dygga orku.

Tað liggja tungar avgerðir og harðar samráðingar fyri framman á veðurlags­topp­fundinum á Bali, sum byrj­aði í gjár og heldur á til 14. desember. Serliga uppgávan á skránni er at seta veruligan skjøtil á karmarnar fyri av­tal­una, sum skal avloysa Kyoto avtaluna. Indonesar ynskja sjálvsagt at fáa semj­una til høldar á hesum fund­inum, soleiðis at hon kann eita Bali avtalan. Mest sann­líkt er tó at partarnir semjast um karmarnar á avtaluni og síðani verður endaliga av­­talan gjørd á veðurlags­toppfundinum í Keyp­manna­havn í 2009. Tað er tað, sum umhvørvisparturin hjá ST, UNE, hevur sett á skrá til fundin. Tað verður mett av­­gerandi neyðugt, at avtalan er klár í 2009 soleiðis at londini hava tíð til at seta hana í verk áðrenn Kyota avtalan fer úr gildi í 2012.

Vinnan

Úrslitið strembað verður eftir eru átøk í samband við at tálma um mannaskapta partin av veðurlags­broyting­um. Tað merkir serliga átøk í mun til privata einstak­ling­in og til virkir. Átøkini eru serliga í samband við orku­nýtslu og dálkingina, sum stendst av orkunýtsluni. Tað kann m.a. merkja, at fram­leiðsluhættir gerast dýrari og at virkir mugu leggja ar­beiðsháttin um.

Nógvir føroyingar lurtaðu eftir Bill Clinton og boð­skapur hansara er rættiliga greiður, at tann einstaki má taka ábyrgd, og tað er vinnu­liga sunt at hugsa burðar­dygt, tað loysir seg fíggjar­liga.

Burðardyggur valdspolitikkur

Semja er ikki um hvussu stóran part av veður­lags­broytingunum menniskja eigur, og hvussu stóran part vit veruliga kunnu ávirka, men tað er púra greitt at burðardygg framleiðsla og orkunýtsla er vorðið eitt kraftmikið amboð í mark­n­aðarføring. Sjálvt stór luk­sus­bilamerki, sum vit ong­an­tíð hava knýtt at skyn­sam­ari orkunýstlu, marknaðar­føra seg nú við grønum loysn­um. Tað tykist heldur ikki at verða tann stóri ivin um, at tað er lættari at um­leggja framleiðslu í ríkaru londunum til at verða umhvørvisskynsamari, enn tað er í fátækum londum. Hetta er ein av stóru trupul­leikunum við at gera eina nýggja alheims semju. USA hevur higartil ikki vilja ver­ið við í Kyoto. Og eitt av krøvunum Bush umsitingin hevur sett, fyri at USA skal taka undir við eini nýggjari avtalu er at Kina er við. Kina hevur seinastu árini upp­liva ein ótrúligan bú­­skaparvøkstur, men talan er eisini um ein vøkstur, sum dálkar illa. Kinverjar ansa eftir við ikki at fáa ov strong krøv, sum kunnu tálma vøkst­urin, USA vil ikki góð­taka krøv, um tey ikki eisini verða galdandi fyri kapp­ingar­neytar. Serliga í samband við Kina, sær USA eitt vandamál í, at landið bindur seg sjálvan til krøv, sum ger at Kina yvir­hálar USA á heimspallinum. Í hesum føri handlar støðan ikki um einstaka vinnuvirkið ella útlát, men um fíggjar­ligu valdsstøðuna í heimin­um.

Grønan roknskap

Fyri einstaka virkið, er tað tó eingin ivi um, at tað ligg­ur eitt virðið í at verða burð­ardygt. Grønir roknskapurin er vorðin ein góðsku­stand­ardur, sum selur vøruna. Tað er mikið møguligt, at tað eru átøk frá heimsins lond­um, sum skulu setta gongd á burðardyggar leist­ir, men tað er ein­staklingurin og virkir, ið skulu minka um útlátinini við sínum gerð­­um. Í samband við vøru­­flutning verður nú eis­ini hugsað um, hvussu nógv orka og útlát, hevur verið brúkt til at fáa vøruna til brúkaran. Kanska serliga í samband vid matvøruídna, tykist tað at kunna verða eitt nýtt rák. Tað merkir m.a., at størri dentur verður lagdur á, hvar, og hvussu, matvøra verður framleidd. Tað kann fara at fáa eina ávirkan á útflaggan av fram­leiðslu, serliga um tað merk­ir, at vøra skal flytast langt aftur og fram.

Rík & fátøk

Sonevndu G8 londini samd­ust á topfundinum í Heili­gendamm í juni, um at verða við í tilgongdini at finna aftaluna, sum skal av­loysa Kyoto avtaluna í 2012 og at hetta skuldi verða innanfyri ST karmar. Kanska av enn størri týdn­ingi var, at sonevndu G5 lond­ini, vakstrarmenn­ingar­londini Kina, Brasil, India, Mexico og Suðurafrika somu­leiðis stuðla hesum leisti. Veðurlagsbroytingar eru á dagskránni og veljarin í ríku londunum er eisini farin at biðja um politiskar avgerðir á hesum øki. Men um verulig gongd skal koma á arbeiði við at tálma útlátum, og burðadyggum leistum er avgerðandi neyð­ugt, at eisini triðjaheims­lond­ini taka sín part av ábyrgdini. Hetta bæði tí at dálking eisini fer fram í triðjaheimslondunum men tí, at annars fara ríkaru lond­ini at brúka tað sum skjól og umbering. Hinvegin er tað eingin ivi um, at herd krøv til menningarlond, kann verða ein forðing fyri vøkstri og menning. Skal ein politikkari velja ímillum hungur í sínum landi og framtíðar dálkingarárin á heimin, er tað ikki so torført at ímynda sær hvat vigar mest.

Krøv

Ein nýggjur alheimsleistur fyri at menna ein meira burð­ardygga vinnuheim fer tí at seta krøv til, at m.a. menningarhjálp verður tengd av at menna burðar­dyggar vinnur, soleiðis at framburðururin í triðja­heims­londum ikki dálkar eins nógv og niðurskurðurin í fyrstaheiminum. Fokus á vakstrarhúsárin og tálman av útláti er tó í høgum kursi nú, ikki minst stuðla av, at Friðarheiðursløn Nobels fór til altjóða veðurlags­broyt­ingar panelið hjá ST, IPCC og Al Gore. Tað er samstundis ein staðfesting av, at dálking og orkunýtsla er ein týdningarmikil trygd­ar­spurningur. Stríðið nú verð­ur um at finna rætta leistin til at gera hesar broyt­ingar og bindingar, soleiðis at tað gagnar heiminum mest møguligt. Samstundis er vandin, at eitt ov stórt fokus á veðurlagsbroytingar letur aðrar stóran alheims­trupulleikar standa í gloymsk­uni. Hetta er ein trupul tvístøða, tí tað er mest sannlíkt, at veðurlags­broytingar raka tey fátækstu harðast, eins og at herd framleiðslukrøv uppá stutt skygd kunnu forða menning í fátækum økjum. Tað er lítil ivi um, at ljós er varpað á, at vit mugu ansa betur eftir Móður Jørð og tað ger, at vinnurekandi kring heim­in møguliga fáa sett krøv, men tað letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum og har fáa tey skjótastu mest burturúr. Fyri kortum hava 150 stór virkir, m.a. Nike og Lloyds, í vesturheiminum sent eina áheitan um at fáa bindandi krøv viðvíkjandi útláti, soleiðis at vinnan vend­ir eyguni ímótir at menna umhvørvisligar burð­ar­dyggar loysnir.