Bjargamentan í ørandi hæddum

Í dag er hvítusunnudagur, 20. mai, og hetta er samstundis tíðin, tá sandoyingar og onnur plaga at taka nátaegg í berginum.

Í dag er hvítusunnudagur, 20. mai, og hetta er samstundis tíðin, tá sandoyingar og onnur plaga at taka nátaegg í berginum, sum framvegis er ein partur av mentanini í Føroyum.

 

Lítið er at hoyra um ræning i bjørgunum longur, men eitt nú í Sandoy og Skúvoy er hesin partur av mentanini ongantíð dottin heilt niðurfyri.

 

Nú er tað ikki lomvigaregg, sum farið verður eftir, men nátaegg. Lomvigin og soleiðis eisini eggini eru friðað í bjørgunum, men framvegis er loyvt at taka nátaegg.

 

Vanligt er at fara eftir nátaeggum um 20. mai, men við tað, at tað er hvítusunna, verður helst einki gjørt við bjørgini fyrr enn í fyrsta lagi, týsdagin 22. mai.

 

Eins og sjófuglurin er minkaður seinnu árini, hevur eisini nátin verið í minking og fólk, sum hava verið eftir nátaeggum tey seinnu árini, hava bara fingið ein part av tí, sum áður kundi fáast.