Eldur hevur í kvøld verið í húsum á Bergsvegi, nærindis Lützenstrøð í Havnini.
Ein maður lá og svav í húsunum, tá eldur kom í. Til alla lukku vaknaði hann av roykvarnaranum og fekk bjargað sær úr húsunum. Hann var fluttur á Landssjúkrahúsið fyri at kannast fyri møguliga roykeitran.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at sløkkiliðsmenn og løgreglan enn eru á staðnum, hóast eldurin er sløktur.
- Orsaka av nógva hitanum, so hevur tað lyndi til at kykna upp aftur. Tískil eru menn enn á staðnum og halda eyga við húsunum, at tryggja sær, at eldurin ikki kyknar upp aftur, sigur vakthavandi.
Løgreglan nýtir í sama viðfangi møguleikan at heita á fólk um at hava roykvarnara í húsunum, tí í slíkum førum kann roykvarnarin bjarga mannalívum.
Les eisini: Eldur í sethúsum á Lützenstrøð
Les eisini: Hava tamarhald á eldinum










