Fyri júst einum ári síðani, í februar í fjør, smellur Óli Simonsen um av hjartatilburði, umborð á flogfarinum hjá Atlantsflog, á veg niður á Ríkissjúkrahúsið til kanning og viðgerð fyri ein blóðtøpp í hjartanum.
Sjúkrarøktarfrøðingurin, Joan Mouritsen, ið var við Óla Simonsen, Súni Johansen, ið var ferðafólk umborð og læknin Jákup Midjord, ið tilvildarliga eisini var ferðafólk umborð, fingu saman við teimum trimum flogternunum umborð - Bergtóra Nielsen, Birita Johannesen og Birita á Soylheygum - lív aftur í Óla við skjótari fyrstuhjálp og sissa ferðafólkini umborð í meðan.
Óli Simonsen fekk hjartamassasju, kunstigan andadrátt og við at halda luftvegirnar fríar og nýtt hjartastartara, tryggjaðu tey, at blóðið kundi renna til tey lívsneyðugu gøgnini. Flogternurnar syrgdu eisini fyri at taka sær av konu Óla og øðrum ferðandi og vóru fyrstahjálparunum til stuðul á ein sissandi hátt. Óli Simonsen kom til vit aftur og beinanvegin flogfarið lendi, bleiv hann í hjartaambulansu koyrdur inn á Ríkissjúkrahúsið, har hann bleiv lagdur undir skurð. Í dag hevur Óli Simonsen tað gott.
Joan Mouritsen, Sune Johansen, Jákup Midjord og flogternurnar umborð á Atlantic Airways hendan dagin, Bergtóra Nielsen, Birita Johannesen og Birita á Soylheygum, fingu tí heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroyar. Endamálið hjá Reyða Krossi við at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara er tvýbýtt. Tað eina er at heiðra tey ímillum okkum, sum hava útint holla og lívbjargandi fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp. Hetta er fjúrtanda ferðin at Ársins Fyrstahjálpari verður kosin av Reyða Krossi.