Bjargaðu løstaðum russara 400 kilometrar úr landi

- Vit gera ikki mun á fólki, sum tørva hjálp - antin tað eru russar ella ei, sigur leiðarin á norsku Høvuðsbjargingarstøðini.

 

Høvuðsbjargingarstøðin í Noregi noyddist í dag eftir einum løstaðum russara umborð á einum skipi, sum var statt næstan 400 kilometrar úr norska meginlandinum.

 

Russiska skipið var nevniliga statt á einari leið eystur úr Bjarnoynni, tá boð vóru eftir norsku bjargingartyrluni.

 

- Vit fingu boðini um hendingina klokkan 15, lokala tíð og soleiðis, sum vit skiltu, var talan um ein persón, sum var dottin umboð og hevði fingið løstir. 

 

Skipið var ógvuliga langt til havs, og maðurin hevði brúk fyri at koma undir læknahond. 

 

Bjargingarleiðarin, Håkon Kjøllmoen, sigur við Verdens Gang, at hetta tók sína tíð, heilar seks tímar, so hetta var ikki nakar stuttur vegur at fara hjá tyrluni.

 

Síðan hin 8. mai hava russisk skip havt forboð fyri at koma í norskar havnir, men undantikin eru fiskiskip, sum tó kunnu koma í ávísar havnir í Noregi.

 

Bjargingarleiðarin sigur, at Høvuðsbjargingarstøðin ger ikki mun á fólki, sum tørva hjálp - antin tað eru russar ella ei. 

 

- Vit viðgera ein sjúkling, sum tørvar hjálp, og vit bjarga teimum, sum tørva bjarging, leggur Håkon Kjøllmoen aftrat í samrøðuni við Verdens Gang.