Fólkini, sum lógu og svóvu í einum húsum í Havn í nátt, mugu sigast at hava verið sera heppin. Tað var nógv fólk í býnum, men út ímóti morgni kom eitt groft æl og nógv fólk fór til hús.
Ein av teimum sum fór til hús undan ælinum, ringdi til løgregluna, tí hann segði, at hann føldi seg noyddan at fara inn í eini hús. Hann hevði sæð nógvan royk úr húsunum og helt, at hann mátti fara inn at vita, um nakað var áfatt. Tað var tað, tí á komfýrinum stóð ein grýta og kókaði, men hon var kókað tóm og hon hevði staðið leingi, tí tað, sum var í grýtuni, var kolað upp. Tað elvdi til nógvan royk, men eldur var ikki komin í, so hann fekk sløkt komfýrin, sett grýtuna í vaskið og kranan frá. Hann læt eisini vindeygað upp og tendraði roykhettuna. Ein maður lá avdottin í stovuni, men maðurin, sum var komin inn, skalaði ikki at fáa lív í hann.
Tí ringdi hann eftir løgregluni, sum kom á staðið. Løgreglan fekk lív í mannin, sum var dýrandi fullur og mintist einki til nakra grýtu. Løgreglan sigur, at eisini onnur fólk lógu í húsunum og svóvu.
- Tað var eingin roykávaring. Tað var í hvussu so er eingin sum ýldi og sum kundu havt vakt húsfólkið, hóast roykurin var nógvur, so hesin maðurin, sum av tilvild kom framvið og uppdagaði roykin, hevur kanska bjargað lívinum á teimum, heldur løgreglan.
Maðurin, sum lá avdottin beint við grýtina, vísti seg ikki at hava fingið skaða av roykinum, sigur løgreglan.
|