Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
Kanningar av bógportrinum skuldu endaliga gera greitt, hvør orsøkin var til, at ferjan gekk burtur á ferð frá Tallin til Stokkhólm.
Umframt bógportrið er eisini eydnast kanningarfólkum at bjarga einum vindeyga og skera ein part av skrokkinum av ferjuvrakinum, har tey í 2020 varnaðust hol.
Harumframt hava kanningarfólkini tikið myndir av bildekkinum á Estoniu.
Sambært kanningarleiðaranum hjá svensku havarínevndini Jonas Bäckstrand hava tey nú nóg mikið av vitan til við vissu at kunna siga, hví Estonia sakk.
/ritzau/TT
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















