Bjargaðu vinmanninum

Hjørtur og Tummas vístu stórt dirvi, tá ið teir í oktober í fjør bjargaðu vinmanninum Adrian frá at drukna. Fyri hetta dirvi hevur Reyði Krossur útnevnt teir til ársins 1. hjálparar í 2009

Síðan 2001 hevur Reyði Krossur Føroya á hvørjum ári útnevnt ársins 1. hjálpara, og í fjør vóru tað tveir ellivu ára gamlir gøtudreingir, sum gjørdu størta bragdið.
Á samkomu hjá Reyða Krossi hósdagin varð tilnevningin kunngjørd, og teir fingu síni fremstu heiðurbrøv. Tríggir aðrir persónar fingu eisini heiðursskjal fyri at hava bjargað fólki.
Hendingin, sum Hjørtur og Tummas vórðu heiðraðir fyri. Fór fram í Syðrugøtu í oktober í fjør.
Teir vóru farnir saman við vinmanninum Adrian farnir oman á sandin at hyggja eftir tí nógva briminum. So fór teir út á bryggjuna.
Tá kom eitt stórt óløgi, Hjørtur og Tummar kláraðu at renna inn undir brimgarðin, men óløgið tók Adrian, sum endaði á blámanum.
Adrian royndi at svimja inn móti bryggjuni, men tað var ikki lætt. Tá blakaði Hjørtur jakkan av sær og toygdi seg so langt, sum hann kundi, meðan Tummas helt í bein hansara. Meðan aldurnar skolaðu oman yvir teir, eggjaðu teir Adriani til at halda fram við at svimja, og at enda eydnaðist teimum at fáa Adrian upp á land.
Síðan fóru teir heim til Hjørtur, lótu Adrian úr klæðunum, fingu hann undir brúsuna og ballaðu hann í eina dýnu.
- Hetta er so djarvt og væl hugsað av 11 ára gomlu smádreingjum, at teir eiga heður uppibornan, segði Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi og tilnevndi Tummas og Hjørtur til ársins 1. hjálparar 2009.