Bjargaðu ungum manni frá at koma í lívsvanda

Tað var at kalla í evstu løtu hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið

 Tá ið tveir vinmenn komu gangandi eftir havnargøtum tíðliga í morgun, gingu teir seg fram á ein ungan mann, sum lá og svav úti á bersjólum. Veðrið var ringt og maðurin av ógvuliga illa ílatin, tí hann var hvørki í troyggju ella í jakka, og hann hevði ligið eina løtu, tí hann var ógvuliga kaldur. 

 

Teir fingu hann í eina troyggju og ringdu so eftir løgregluni og síðani varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan sigur, at tá var kropshitin so lágur, at tað var at kalla í evstu løtu, at hann varð bjargaður, tí varð hann liggjandi, hevði hann helst doyð úti.

 

– Tey eiga nokk lívið í honum, sigur løgreglan. Hann varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar.

 

Løgreglan sigur, at tað var ógvuliga lítið fólk í býnum í nátt. Løgreglufólk, sum koyrdu í býnum hava sagt, tey fólk, tey sóu úti, kundu bókstaviliga teljast á hondunum, so tað var ómetaliga heppið, at maðurin yvirhøvur varð funnin.