Bjargaðu sær týdningarmikið stig í síðstu løtu

(Kykmynd) Síggj málini Brabrand-Fremad Amager 1-1 (0-0), har føroyingafelagið bjargaði sær eitt stig ímóti dystarenda

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini í dystinum millum Brabrand og Fremad Amager í triðbestu fótbóltsdeildini í Danmark, sum endaði 1-1. Dysturin var leiktur ígjár. 

 

Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen byrjaðu inni fyri Fremad Amager. Christian Lamhauge Holst kom inn í seinna hálvleiki.

 

Tað sá svart út hjá Fremad Amager, sum var aftanfyri 0-1 við einum ógvuliga ivasomum brotssparki, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað føroyingafelagnum at javna til 1-1, og ogna sær eitt týdningarmikið stig í uppflytingarstríðnum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Fremad Amager er nummar tvey í uppflytingarbólkinum við 31 stigum. AB er á odda við 37 stigum. Frem og Brønshøj hava 28 stig. Komandi sunnudag vitjar Brønshøj Fremad Amager. 

 

Upptøkurnar eru frá YouTube rásini hjá Fremad Amager.