Bjargaðu kvinnu úr logandi bygningi

- Uttan at hugsa um egna heilsu, eydnaðist tað tveimum monnum at bjarga einari kvinnu út úr brennandi bygningi, sigur fútin í Grønlandi.

 

 

 

Tveir borgarar í grønlendska býnum, Paamiut, vórðu í gjár heiðraðir av grønlendsku løgregluni fyri bjarging av einari kvinnu, sum uttan vit var inni í einum logandi bygningi. 

- Vit vilja bera teimum báðum, Hugo Geisler Svensson og Hans Ole Dahl, eina stóra tøkk fyri, at teir hjálptu einum samborgara, sum virkuliga hevði brúk fyri hjálp.

Tað sigur fútin í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay í sambandi við heiðurin, sum teimum báðum varð borin á løgreglustøðini í Paamiut í gjár.

Báðir menninir fingu gávu og heiðursbræv.

Tað var hin 1. september í fjør, at eldur kom í ein bygning í Paamiut. Ein kvinna uttan vit var inni í bygninginum, og hon hevði ongan møguleika at sleppa út.

- Uttan at hugsa um egna heilsu, eydnaðist tað Hugo Geisler Svensson og Hans Ole Dahl at bjarga kvinnuni út úr brennandi bygninginum, sigur fútin, Bjørn Tegner Bay.

Tað er Sermitsiaq, sum skrivar um hendingina og heiðurin.