Sjey persónar, teiira millum eitt lítið barn, hava yvirlivað í 10 dagar í lítlari jollu á opnum havi í brennandi sól.
Barnið var uttan vit, tá flogfar úr New Zealandi fann jolluna í Kyrrahavinum. Tá høvdu persónarnir í jolluni ikki havt drekkivatn í fleiri dagar.
Bjargaðu fólkini vóru ferðandi við ferjuni MV Butiraoui, sum sakk við umleið 50 fólkum umborð. Øll ferðandi, uttan hesi sjey í jolluni, verða hildin at hava latið lív.
Jollan varð funnin 300 km í ein landsynning úr Nauru í Kyrrahavinum. Ferjan var á veg til oynna Betio, tá hon 18. januar sakk.