Bjørt framtíð við nýggjum tóli

- Bjørt kundi finna uppá at blaka hoyritólini alla møguliga staðni, tí hon tímdi als ikki at hava hetta tólið uppiá. Tað var heldur ikki altíð so lætt at finna tað aftur, tí hon kundi missa tað runt allastaðni. Puff ja, hvussu ofta vit hava leitað eftir hasum tólinum, millum leikurnar og aðrastaðni í húsinum, tað havi eg ikki tal á, sigur mamma Bjørt, Jórun Hvidbro

Hesin 5. a flokkurin í Venjingarskúlanum er sum allir aðrir flokkar á sama stigi.
Næmingarnir sita við síni borð, og lærarin undirvísir í tí, hann skal. Tað er ikki til at síggja, at her inni í skúlastovuni situr ein genta við eini munandi øðrvísi søgu enn øll hini.
Mitt í flokkinum stendur eitt borð, har ein genta við longum myrkum hári situr við bókum sínum  Bjørt Hvidbro úr Havn. Hon fylgir væl við í undirvísingini, og hon svarar, tá lærarin spyr hana um eitthvørt.
Henda týsdagin hevur hon eitt hárband við bláum liti. Tað sum kanska tey fægstu vita ella kunnu síggja, er at innanfyri hárbandið ber henda genta eina upp-finning, sum hevur broytt lívið hjá einum hópi av menniskjum  eina uppfinning, sum hevur so fullkomuliga kollvelt hennara lív.
Hetta lítla, men kortini munardygga tólið hevur stutt sagt gjørt tað soleiðis fyri Bjørt: Hon sum fyrr var fullkomuliga deyv, eru nú vorðin hoyrandi aftur.
Bjørt misti hoyrnina, tá hon var fýra ára gomul. Men sum átta ára gomul varð hon løgd undir skurð í Danmark, har hetta ótrúliga tólið varð sett bæði í og til.
Nú hoyrir hon, tó við niðursettari hoyrn, tí eina heilt normala hoyrn kemur hon kortini ongatíð at fáa. Hinvegin, so kann hon luttaka í nógvum av tí sum fer fram, men hevur enn tørv fyri deyvalærara.
 Eg eri øgiliga glað fyri hetta tólið  ja, eg eri superglað, sigur Bjørt, áðrenn hon skundar sær út í fríkorterið saman við hinum børnunum í flokkinum.
Vinkonurnar stinga høvdini saman úti í gongini, tí nú skal henda forkunnuga vitjanin av blaðfólkunum umrøðast.
Bjørt hoyrir, hvat hinar siga. Hon er eisini við í tosinum. Hon er ein av flokkinum. Hon er eins og hinar.
Fyri Bjørt er framtíðin bjørt!
Stokkdeyv
Alt byrjaði kortini ikki so bjart í lívinum hjá hesi gentuni, sum sá dagsins ljós á fyrsta sinni fyri 11 árum síðani.
Meðan hon var eitt lítið barn, byrjaðu foreldrini at leggja merki til, at okkurt møguliga var galið við hoyrnini hjá Bjørt, tí hon var ikki so væl fyri reint málsliga, men børn menna seg jú so ymiskt, so tey hugsa sum so, at málið mundi fara at koma seinni.
 Vit løgdu m.a. merki til, at hon ikki rættiliga kundi hoyra, hvagani eitt ávíst ljóð kom. Men vit hugsaðu ikki tá, at hetta beinleiðis var nakar trupulleiki, sigur Jórun.
Tá Bjørt var knapt fýra ár, versnaði hoyrnin frá einum degi til annan, til at hon fekk rættuliga niðursetta hoyrn.
 Hetta var ein ræðulig tíð fyri okkum, tí vit vitstu ikki hvat hetta var, greiðir mamman frá.
Eitt var so tað at hon var vorðin fullkomuliga deyv, men tann stóri og ósvaraði spurningurin var: Hví? Hetta var munandi verri at fáa nakað svar uppá.
Hildið varð eina tíð, at Bjørt kanska hevði í so nógv av vætu í oyrunum. Tískil varð sett eitt dren inn í oyuni fyri at savna hesa vætuna saman. Men tá tað so varð tømt væntaðu tey, at kanska at hoyrnin fór at blíva eitt sindur betur, men so var ikki.
Greitt var nú, at hvørki vætan í millumoyranum ella nakað annað var orsøk til at Bjørt hoyrdi so illa, ella als einki. Hon var bara vorðin deyv.
Her var ikki annað at gera enn at leita sær upp serkunnleikan á hesum øki. Soleiðis kom Bjørt í samband við Sernámsdepilin í Havn. Og hagani fekk hon sítt fyrsta hoyritól sum fýra ára gomul.
Millum leikur
Lætt er at skilja, at ein fýra ára gomul spræklig genta og eitt hoyritól ikki altíð hóska so væl saman.
Í teirra verð skal heimurin jú granskast og kannast, og nógv viðurskifti skulu fáast uppá pláss. Tá er ikki altíð so lætt at verða noydd at ganga við einum slíkum tóli handan oyrað dag út og dag inn.
Og tað viðgongur eisini mamman, tá hon lítur aftur á hesi árini.
 Jú, hetta var ein strævin tíð. Bjørt kundi finna uppá at blaka hoyritólini alla møguliga staðni, tí hon tímdi illa, fyri ikki at siga als ikki at hava hetta tólið uppiá.
 Tað var heldur ikki altíð so lætt at finna tað aftur, kanst tú ætla, tí hon kundi missa tað runt allastaðni. Puff ja, hvussu ofta vit hava leitað eftir hasum tólinum, millum leikurnar og aðrastaðni í húsinum, tað havi eg ikki tal á, sigur Jórun.
Søgur og ljóð
Hesi árini  frá tí Bjørt var fýra til hon var vorðin átta  gjørdu foreldrini rættiliga nógv burtur úr at fyrireika og menna hana til eitt lív sum deyv.
Tey vistu bert, at hoyrnin var farin at bila av álvara, tá hon var um fýra ár, og tey hálvavegna bíðaðu bert eftir degnum, tá hon gjørdist stokkdeyv. Hetta hendi so líðandi at hoyrnin versnaði, og fýra ár seinni var so at siga eingin hoyrn eftir.
Júst henda fyrireikingin gjørdi helst sítt til, at tað ikki kom óvart á tey at hon gjørdist deyv. Tey høvdu brúkt hesa tíðina ómetaliga væl til at fyrireika seg  og dóttrina  uppá hesa fullkomu-ligu broytingina í samskiftinum teirra millum, og samskifti hennara við umheimin.
Foreldrini settu sær nevniliga fyri at um tað ringasta skuldi henda  at Bjørt gjørdist stokkdeyv  so skuldi hon kortini vera so væl fyri málsliga, sum yvirhøvur tilbar.
Tey gjørdu tí eitt stórt arbeiði við at lesa bøkur fyri henni og at siga henni søgur. Við hesum ynsktu tey at læra hana, hvussu orðini í bókunum ljóðaðu, tá tey vóru framborin.
Tey ynsktu eisini at læra hana at frambera hesi orðini, soleiðis at hon sjálv kundi fáa eitt ávíst orðaval. Jú, barnaárini hjá Bjørt vóru av sonnum merkt av umsorgan og samskifti millum foreldur og barn.
Øll á skeið
Samstundis við upplestur, frásøgn av søgum og munnligum samskifti, byrjaðu foreldrini eisini at læra hana at tosa umvegis teknmál. Ikki bert lærdi hon seg hetta  eisini familjan fór á eitt teknmálsskeið!
Hetta var eisini ein strævin tíð, tí tað var so lætt at misskilja hvønn annan, tí hin parturin ikki til fulnar fataði tað, sum hin segði.
Foreldrini vóru sjálv rættiliga virkin í hesum, og høvdu tí úr at gera við at tulka fyri Bjørt, tað sum hon sá og annars upplivdi. Bjørt vildi veruliga vita, hvat fyrifórst rundan um hana.
Hon vildi til fulnar skilja tað, sum hon sá í barnasendingum í sjónvarpinum ella tá onkur filmur var á skránni.
Hóast onkur kann halda, at hetta hevur verið í meira lagi fyri foreldrini, so nýttu tey nógv av síni tíð í júst hesum samskiftinum við dóttur sína.
Forvitin
Hinvegin so kann mamman í dag staðfesta, at hetta forvitnið eisini hevur verið til stóra hjálp hjá Bjørt. Hon ynskti nevniliga at fáa kunnleika um tað, sum hendi í hennara nærumhvørvi og um tað, sum foreldur hennara vóru upptikin av.
Tá tey tosaðu í telefon ella lurtaðu eftir útvarpinum, so hugdi Bjørt ofta eftir andlitsbragdi teirra. Hon vildi hava greiðu á, um hetta vóru góð ella ring tíðindi.
 Eg kann so mangan minnast, at um vit tóktust ørkymlað av einumhvørjum, so vildi hon hava at vita, hví so var. Mangan vóru vit troytt av hesum, tí hon var so forvitin og vildi hava alt at vita.
 Tað kom tí ofta fyri, at vit bóðu hana steðga eitt sindur á. Men hinvegin  so mettu vit tað eisini vera sera positivt, at hon soleiðis vildi fylgja við í tí, sum gekk fyri seg rundan um hana.
 Vit hava ongantíð tvungið hana til at skula fylgja við í tí, sum fór fram í hennara gerandisdegi. Hon hevur altíð sjálv spurt, og tað haldi eg vera ein sera góðan eginleika at hava, sigur Jórun.
Mótstøða
Soleiðis sum barnaárini gingu var ikki nógv sum bendi á, at Bjørt nakrantíð skuldi fáa hoyrnina aftur. Og tí hildu foreldrini bara fram eftir sama leisti í samskiftinum við barn sítt.
Men fyri seks árum hendi kortini nakað, sum seinni skuldi gerast fyrsta stigið til at geva Bjørt hoyrnina aftur.
Summarið 99 vóru tey øll á summarlegu fyri deyv í Danmark, og tá varð nógv tosað um eitt nýtt tól - Cochlear Implant (stytt: CI) - sum kundi gerast til stórt gagn fyri tey deyvu.
Hetta tólið var kortini rættiliga nýtt. Og tað var ikki frítt, at summi vóru fegin um hetta, men at ein nógv størri partur beinleið-is óttaðist fyri bæði sálarligum og likamligum hjáárinum av hesum tólinum.
Hetta var ikki viðkomandi fyri Bjørt tá, tí hennara hoyrn var enn so mikið góð, at hon hjálptist við vanligum hoyritólum.
Í 2002 vóru tey aftur á familjulegu í Castpergaard. Har vóru nógv børn við CI, og tá var tað at foreldrini sóu, hvussu stóra hjálp, summi børn høvdu fingið við CI.
 Tað var heilt fantastiskt at vera vitni til hetta, hóast ymist er hvussu tey verða fyri við CI: Summi koma aldri at tosa tað stóra, og koma tí altíð at liva tætt í deyvaverðini.
Tey settu seg í samband við ein oyrnalækna á Landssjúkrahúsinum, sum sendi tey víðari til Danmarkar. Í mars mánaði árið eftir fóru tey til forkanningar, at vita um Bjørt var egnað til hesa skurðviðgerðina.
Tað var hon, tí longu 20. mai 2003 hevði Bjørt fingið eitt CI innsett í høgra oyrað sítt.
Ein stór bagatell
Broytingin hendi longu ein mánað seinni, tá ljóð var sett á fyrsta sinnið til hetta nýggja tólið. So við og við var sett meiri styrki á, og aftaná umleið hálvt ár var styrkin, har hon skuldi liggja.
Hetta var heilt heilt ótrúligt, minnist Jórun afturá.
 Nú kundi hon hoyra nógv av tí, sum vit søgdu við hana. Hon kundi fylgja við í tí, sum fór fram rundan um hana, og hon kundi eisini so smátt byrja at tosa og hoyra tað talaða orðið.
Tað gjørdist eisini lættari í skiftinum millum Bjørt og foreldur hennara: Tá tey róptu á hana, so vendi hon sær við beinanvegin og svaraði.
 Hetta kann kanska tykjast sum ein bagatell fyri mong. Men fyri okkum hevði hetta sera stóran týdning, tí nú kundu vit av álvara tosa við okkara barn.
 Ja, hetta var í roynd og veru ein heilt fantastisk broyting.

Cochlear Implant (stytt: CI)

CI er kunstig hoyrn, sum er sett inn í oyrað.
CI er ætlað teimum, sum eru sera tunghoyrd ella eru stokkdeyv, eins og børnum, sum eru fødd deyv ella eru sera tunghoyrd.
Aftanfyri oyrað verður innopererað eitt implantat  ein móttakari, sum er á stødd við eina 5-krónu. Og tað er gjøgnum henda, at ljóðið verður móttikið og sent víðari til heilan.
Í dag hava 500 danir CI, harav helmingurin er børn. Í Føroyum eru trý børn við Ci.