Bjørt framtíð fyri Suðuroy og Føroyar

- Eg haldi nýggjársaftan saman við familjuni í nýggjárshøvuðsstaðnum í Føroyum - Vági.

Tað sigur Dennis Holm, sum hin 1. januar 2013 tekur við sum borgarstjóri í Vágs kommunu.

- Dagarnar uppundir stóra nýggjárshaldið í Vági hjálpa vit til við fyrireikingunum, og ein partur av nýggjársaftansdegnum fer eisini til hetta.

Dennis sigur, at tey eisini brenna bál í grannalagnum saman við børnunum, eins og familjan etir ein góðan bita um kvøldið, áðrenn stóra nýggjárshaldið byrjar.

Við nýggjárshaldið í Vági verður faklagonga, blikk við eldi standa á vegastrekkjum niðan í fjøllini fyri sunnan og norðan, bál verður á Tríkantinum og á Sandinum - og so verður eisini stórt fýrverk.

- Fyri vágbingar er hetta helst ein tann størsta løtan í árinum, sigur hann.

Dennis sigur, at tey keypa nakað av fýrverki, sum hann og familjan skjóta saman, og nakað verður eisini skotið, meðan bál verður brent í grannalagnum.

- Eg havi sum so einki nýggjárslyfti, men mítt nýggjársynski er, at tað skal ganga staðnum her væl í komandi árum, eins og eg ynski eina bjarta framtíð fyri Suðuroy, Føroyar og fyri fólkið, sum her búleikast, sigur Dennis Holm.