"Reinavelting á teigalendi" er yvirskriftin til viðheftu mynd á Facebook-síðuni - Koltur - sum Bjørn Patursson hevur lagt út fyrr í dag.
Her vísir fyristøðumaðurin á, at ein av høvuðstættunum í varðveitsluni av mentanararvinum í Koltri er varðveitsla av teigalendinum og nú eisini av tí gamla føroyska byggkorninum.
- Skal korninum verða lív lagað, má tað veltast og sáast fyri ikki at doyggja út, sigur Bjørn Patursson.
Fyristøðumaðurin veit at siga, at reinavelting ella, sum onkur kallaði tað - skotvelting - var mest brúkti hátturin, tá hakin var einasta amboðið.
- Farið er um summarmála, so nakað seinkað er nú klárt at skjóta ta fyrstu reinina í ár, sigur Bjørn Patursson í Koltri.