Hann trein inn á politiska pallan, tá Johan Dahl varð koyrdur frá sum landsstýrismaður ein februardag í 2004. Lærarin og timburmaðurin av Syðradali, Bjørn Kalsø. Hann hevur sitið átta ár í landsstýrinum, og verið valdur á ting tríggjar ferðir: Í 2008, í 2011 og í 2015.
Seinasta valskeið sat hann sum landsstýrismaður í mentamálum. Ivaleyst hevur hann havt úr at gera, og tað er kanska orsøkin til, at hann nú er farin at spyrja landsstýrisfólk um alt møguligt – spurningarnir til landsstýrisfólk spræna úr telduni hjá honum, hann spyr so nógv, at hann eigur 34 prosent av øllum grein 52 spurningunum, sum eru settir hesa tingsetuna.
Av teimum tilsamans 64 spurningunum, sum tingfólk hava sett landsstýrisfólki, eigur Bjørn Kalsø 22. Næstur honum er Kári P. Højgaard úr Nýggjum Sjálvstýri. Annika Olsen úr Fólkaflokkinum – og sum fyrru hálvu var uttanflokkatingkvinna – eigur sjey spurningar.
Yvirilitið yvir settu spurningarnar sær soleiðis út:
Tingfólk | tal | % |
Bjørn | 22 | 34,4 |
Kári | 14 | 21,9 |
Annika | 7 | 10,9 |
Bill | 4 | 6,3 |
Jørgin | 3 | 4,7 |
Jógvan á Lakjuni | 3 | 4,7 |
Kristina Clementsen | 2 | 3,1 |
Jenis | 2 | 3,1 |
Jónleif | 1 | 1,6 |
Bjørt Samuelsen | 1 | 1,6 |
Edmund Joensen | 1 | 1,6 |
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir | 1 | 1,6 |
Helgi Abrahamsen | 1 | 1,6 |
Ingolf S. Olsen | 1 | 1,6 |
Jacob Vestergaard | 1 | 1,6 |
Spurningarnir, sum Bjørn Kalsø hevur sett landsstýrisfólk síðani løgtingsvalið 1. september í fjør eru hesir:
Landsstýrisfólk Spurningur
Bjørn Kalsø: Henrik Old – Vegagerð í Kalsoynni
Bjørn Kalsø: Poul Michelsen – Rognkelsi
Bjørn Kalsø: Kristina Háfoss – Fíggjarstøðan
Bjørn Kalsø: Henrik Old – Vanlukkutryggingarlógin
Bjørn Kalsø: Høgni Hoydal – Tilbúgving
Bjørn Kalsø: Eyðgunn Samuelsen – Grundupphæddin til fólkapensjón
Bjørn Kalsø: Rigmor Dam – Um trygdarskeið (spurningurin er tikin aftur av spyrjaranum)
Bjørn Kalsø: Rigmor Dam – Kynsbýti og aldurssamanseting
Bjørn Kalsø: Henrik Old – Koyribreytin í Viðareiðistunlinum
Bjørn Kalsø: Høgni Hoydal – Kvotabýtið við Flemish Cap
Bjørn Kalsø: Rigmor Dam – Húsarhaldsskúli
Bjørn Kalsø: Sirið Stenberg – Dialysuviðgerð
Bjørn Kalsø: Henrik Old – Ferðasambandið í Kalsoynna
Bjørn Kalsø: Eyðgunn Samuelsen – Sparingar á pensjónsøkinum
Bjørn Kalsø: Høgni Hoydal – Bjargingarfeløg
Bjørn Kalsø: Kristina Háfoss – Avgjaldshækkingar
Bjørn Kalsø: Poul Michelsen – Lúsateljingar á alilaksi
Bjørn Kalsø: Henrik Old – Koyribreytin á Viðareiði
Bjørn Kalsø: Kristina Háfoss – Lýsingar í útlendskum miðlum
Bjørn Kalsø: Kristina Háfoss – Hækkaði vektgjøld
Bjørn Kalsø: Kristina Háfoss – Hækkaði tinglýsingargjøld
Bjørn Kalsø: Aksel V. Johannesen – Um kostna av aðalstjórasetan
Bjørt Samuelsen: Høgni Hoydal – Greiðari reglur um javnseting av stuðli til landbúnaðin
Tilsamans hava 15 tingfólk sett spurningar. Av teimum eitt varafólk á tingið. Tað vil siga, at tað eru 19 tingfólk, sum ongan grein 52 spurning hava sett landsstýrisfólkum hetta valskeiðið. Av teimum 15 tingfólkunum eru fýra tingfólk úr samgonguni, sum hava sett spurningar til síni egnu landsstýrisfólk.
Verður Bjørn Kalsø líka íðin at spyrja næstu tríggjar tingseturnar, so kunnu vit vænta 66 grein 52 spurningar afturat til landsstýrisfólk frá honum.