Bjørn Kalsø ónøgdur við mannagongdina

Hann heldur, at landsstýrið skuldi havt gjørt sær størri ómak at funnið semju um fíggjarlógina fyri næsta ár

- Eg haldi, at landsstýrið hevur gjørt alt ov lítið fyri at finna semju í samgonguni um uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.

Tað sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður og umboð fyri samgonguna í fíggjarnevndini.

Sostatt er dregur hann somu línu, sum Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, tá ið hann aðrastaðni í blaðnum staðfestir, at tað er landsstýrið einsamalt, sum eigur uppskotið til fíggjarlóg, sum verður lagt fyri tingið í næstu viku, tí tinglimirnir hava yvirhøvur ikki verið við í arbeiðnum.

Í næstu viku fer Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum at leggja uppskot fyri Løgtingið um fíggjarlógina fyri næsta ár.

Men longu nú, áðrenn uppskotið er lagt fram, kann staðfestast, at tað er ongin semja í samgonguni um uppskotið

Og Bjørn Kalsø dylir ikki fyri, at hann er ónøgdur við arbeiðsháttin hjá landsstýrinum.

Hann heldur, at serliga átti landsstýrið at gjørt meiri fyri at funnið semju um íløgurnar, tí raksturin kann tað vera tórført at meta um, sigur hann.

Hann sigur, at tað einasta, hann hevur fingið at vita, eru nøkur høvuðstøl fyri hvørt aðalráðið sær.

- Vit vit ongar smálutir fingið at vita sum kann gera okkum før fyri at gera okkum eina greiða mynd av fíggjarlógini og enn minni før fyri at meta um avleiðingarnar av henni.

Tað einasta hann hevur fingið at vita, var týsdagin, tá ið meirilutin í fíggjarnevndini var kallað á fund.

Men tað var ein kunnandi fundur burtur av, har tað ikki bar til at gera nakrar broytingar, sigur sambandstingmaðurin.

Og tá var lansstýrið heldur ikki blivið samt um íløgurnar, leggur hann afturat.

Hann sigur, at betri uppskotið er gjøgnumarbeitt, áðrenn landsstýrið leggur tað fram, tess minni er vandin fyri at tað verður gjøgnumgatað í fíggjarnevndini, sum tað hendi seinast.

-Tað er ilt at siga, hvørja lagnu hetta uppskotið fær, tí vit mugu síggja tað fyrst, leggur hann afturat.