Björn Hagström hevði stóran áhuga fyri norðurlendskum máli, serliga føroyskum.
Við at vitja í Føroyum lærdi hann seg málið og tær ymisku føroysku dialektirnar. Hann savnaði tilfar um føroyska málið til eina doktararitgerð, sum hann vardi í 1967.
Frá 1968 til 1976 var hann lærari og granskari við unversitetið í Stokholm, og frá 1976-77 arbeiddi hann sum professari á Fróðskaparsetrinum í Havn.
Eftir tað hevði hann ábyrgd av eini umfatandi orðabók um tey gomlu norðurlendsku málini, sum var løgd til rættis á universitetinum í Keypmannahavn.
Blaðið skriva at Björn Hagström er fremsti granskarin í føroyska málinum, sum nakrantíð hevur verið í Svøríki.
- red