Fiskivinna
Í tíðindafundinum í Fiskimálaráðnum fríggjadagin, fegnaðist landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, um, at Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag nú hava gjørt eitt felags tilmæli um, hvussu tey halda, at ávís viðurskifti á fiskivinnuøkinum eiga at verða skipað.
- Vit hava eftirlýst eini semju um, hvussu eitt nú fiskamarknaðurin í Føroyum skal skipast í framtíðini, og vit hava vónað, at ráfiskaseljarar og ráfiskakeyparar fóru at koma við einum felags tilmæli á hesum øki. Hetta er nú hent, og eg fari sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum at taka hetta málið upp í samgonguni beinanvegin.
Á tíðindafundinum tordi Bjørn Kalsø ikki at lova, at semjan millum feløgini í fiskivinnuni fer at gerast endaliga úrslitið, tá ið saman um kemur, men hann avvísti heldur ikki, at landsstýrið fer at fylgja ynskjunum hjá vinnuni.
- Eg havi eina samgongu aftanfyri meg, sum eg noyðist at taka uppá ráð, og eg havi ikki sæð hesa semjuna fyrr enn í dag. Men eg eri ógvuliga fegin um hetta tilmæli, og eg fari at taka málið upp í samgonguni beinanvegin, segði landsstýrismaðurin.
Síðan feløgini løgdu fram tilmælið á tíðindafundi seinasta fríggjadag, er komið fram, at allir limirnir í Føroya Ráfiskaseljarafelag ikki eru so glaðir fyri alt, sum felt er á blað.
Eitt nú hava Felagið Línuskip og Meginfelag Útróðrarmanna sagt seg ikki taka undir við øllum punktunum í tilmælinum.