Bjørk vann silvur

Bjørk Herup Olsen vann silvur í 10.000 metra renning á Oyggjaleikunum

Bjørk fylgdist stóran part av tein­inum við trimum øðrum rennarum, men nakað fyri endaspurtin dragn­aði ein av rennarunum, og tí kapp­aðust Bjørk og tvær aðrar um fremstu plássini.
Í endaspurtinum rann Louise Perrio av Guernsey frá Bjørk og Turi Malme av Hitra, og Perrio vann renn­ingina. Bjørk helt seg framman­fyri Turi á seinasta tein­inum og rann tí í mál sum nummar 2 við tíðini 37:28.85, sum er nýtt føroyskt met.
– Hetta var heilt fantastiskt. Eg veit ikki, hvat eg hevði roknað við, men eg føldi meg væl í kvøld og rann eina góða renning, sigur Bjørk Herup Olsen.
Bjørk skal í dag (eftir okkara evsta­mark) renna 5.000 metrar renning, sum er hennara sein­asta kapp­ing.