Bjørk vanligasta gentunavnið í fjør

Av teimum nøvnum, sum vórðu givin gentubørnum í fjør, var Bjørk best umtókt millum foreldur. Jógvan var hinvegin mest nýtta dreingjanavnið

 

Nøvn


Níggju av teimum gentubørnum, sum vórðu fødd í fjør, fingu navnið Bjørk. Einki annað gentunavn er so nógv nýtt. Bjørk hevur ikki verið vanligt navn í Føroyum, men broyting tykist vera komin í. Hetta stendur at lesa í Hagtíðindum.

Navnið Hanna var á øðrum plássi. Sjey gentur fingu navnið Hanna. Næst á listanum vóru nøvnini Anna, Maria, Marjun, Annika, Bára, Julia, Rakul og Vár.

Líkt er til, at Jógvan er mest nýtta dreingjanavnið í 2000. Tólv dreingjabørn, sum vórðu fødd í fjør, vórðu kallað Jógvan. Eingi óvanlig dreingjanøvn eru at síggja ovast á listanum.

Tíggju fingu navnið Hans, Heini og Jákup. Onnur nógv nýtt nøvn vóru Magnus, Jóhannes, Rani, Andrias, Dávid, Jóhan, Magni, Dánjal, Petur og Poul.

Um leitast skal eftir óvanligum dreginjanøvnum, so fingu trý dreingjabørn navnið Silas, og somuleiðis trý fingu navnið Tóki.

Vanligastu nøvnini í Føroyum eru Anna og Hans. 864 eita Anna, og 835 eita Hans. Hesi bæði nøvnini verða eisini nógv nýtt í samansettum nøvnum. 107 eita Anna Maria, og 90 eita Hans Jacob. Næst á listanum eru Jógvan og Maria.


Eftirnøvn

Av teimum nýføddu í ár 2000 fingu tey flestu eftirnavnið Joensen. 34 av børnunum bera hetta eftirnavnið, meðan 32 hava navnið Jacobsen. 31 hava navnið Hansen. Síðani koma Petersen, Olsen og Poulsen.

Vanligasta eftirnavnið í Føroyum er eisini Joensen. 2.601 fólk eita Joensen. Næstan eins nógv eita Hansen og Jacobsen.