Bjørk skipar fyri marathon-karaoke

Íslendska sangkvinnan ger átakið fyri at verja ta íslendsku náttúruna Klokkan trý seinnapartin byrjar marathon-karaoke í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.

 

Kenda íslendska sangkvinnan stendur á odda fyri átakinum, fyri at varpa ljós á arbeiðið, sum verður gjørt fyri at verja ta íslendsku náttúruna.

 

Norðurlandahúsið í Reykjavík er í hesum døgum gjørt um til ein stílfullan karaoke-klubba.

 

Endamálið hjá Bjørk er at sungið verður frá klokkan trý seinnapartin til á midnátt. Hetta skal gerast tríggjar teir næstu dagarnar.

 

Átakið hjá Bjørk er ikki bara á skránni í Reykjavík. Sungið verður eisini á Selfossi, á Akureyri, og í Bolungarvík á Vestfirðum.

 

Nógvir av teimum fremstu tónleikarunum og sangarunum í Ìslandi hava meldað seg til at syngja karaoke, fyri at vísa sín samhuga við tí stóra átakinum.