Tann heimskenda, íslendska songkvinnan skal fáa útlendskar íleggjarar at gera íløgur í Íslandi Saman við felagnum Auðurs Capital skal Bjørk stovna ein grunn, sum skal fáa útlendskar íløgur til Íslands. Tað skrivar business.dk
Grunnurin skal so seta pening í fyritøkur, sum skapa vøkstur við at gagnnýta íslendsk tilfeingi, náttúru, mentan og varandi orku.
Í fyrsta umfari hevur Auður Capital gjørt av at seta 100 milliónir íslendskar krónur ella 5,3 milliónir danskar krónur í grunnin. Tað er ógreitt, hvussu stórur partur av pengunum er frá Bjørk.