Bjørk setti nýtt met

Bjørk Herup Olsen hevur um vikuskiftið luttikið í norðurlendskum landsdysti í Bergen. Kappingin, ið kallast Nordic Match U20, er kapping í frælsum ítrótti fyri ung. Bjørk umboðaði danska juniorlandsliðið, og var úttikin at renna 3.000m teinin. Her kom Bjørk á mál við tíðini 10.19,63 minuttum, ið er nýtt føroyskt met. Gamla metið, ið var 10.24,28, átti Bjørk sjálv. Næsta stóra avbjóðing hjá Bjørk verður, tá hon skal luttaka í DM fyri ung 13. og 14. september.