Bjørk og Gudmundur fremst á ólavsøku

Renning: Á siðvandu ólavsøkurenningini í ár vórðu tað tveir kendir rennarar, nevniliga Bjørk Herup Olsen og Gudmundur Joensen, sum komu fyrst um málstrikuna

Á 26. ári á rað varð skipað fyri ólavsøkurenning hesa ólavsøkuna. Bragdið, sum skipar fyri ólavsøkurenningini, nýtti á fyrsta sinni eina flís, eitt sokallað chip, sum allir rennararnir fingu og skuldu seta á skógvin. Henda skipanin, sum kallast IPICO og verður nýtt í alheims kappingum, ger tíðtakingina væl lættari og førir sjálvt tíðina inn í skipanina, tá ið rennarin kemur á mál.

Gudmundur á fyrsta sinni
Teinurin, sum var ein fimm kilometrar langur teinur runt í Havnar gøtum, var ein heldur stuttur teinur hjá teimum garvaðu rennarunum, men eins og vanligt er, so luttóku fleiri av hesum kendu andlitunum. Hjá monnunum var tó sermerkt, at fleiri av hesum andlitunum vóru við síðulinjuna og hugdi at kappingini. Talan var um teir fimm fyrrverandi vinnararnar Absalon Hansen, Guttorm Sørensen, Boga Lenvig, Hall Holm og vinnarin frá í fjør, Marnar Djurhuus, sum av ymsum orsøkum ikki høvdu teknað luttøku.
Sam Vang og Andrias Hansen, sum áður hava vunnið ólavsøkurenningina, vóru tó við og kundu teir lima seg í ein hóp saman við Henry Olsen og Gudmundi Joensen sum teir fýra, ið kundu fara at gera um seg. Tað vísti seg eisini skjótt, at Gudmundur Joensen, sum eftir øllum at døma heldur fram við at vera í góðum formi, rann frá hinum. Hóast Henry Olsen rann væl aftaná honum og eina løtu tók seg inn á hann, so var orkan uppbrúkt og Gudmundur Joensen vann.
Tá ið blaðið fór til prentingar mánadagin vóru tíðirnar framvegis ikki teldutøkar.

Bjørk vann
Í kappingini hjá kvinnunum var tað eisini ein av kendu rennarunum hjá Føroyum, sum vann. Nevniliga Bjørk Herup Olsen. Tað gjørdist ongantíð spenningur um fremstu plássini í kvinnukappingini. Bjørk var klárt fremst nærum beinanvegin. Valborg Heinesen var eisini beinanvegin væl frammanfyri Borgarhjørt Holm á triðja plássi. Bjørk endaði umleið minuttin frammanfyri Valborg, sum var umleið ein hálvan minutt frammanfyri Borgarhjørt.
Kappingin var býtt upp í fleiri aldursbólkar. Allar tíðirnar verða tøkar seinni á heimasíðuni www.bragdid.fo.