Hóast hon bara er 18 ára gomul, heldur Bjørk Herup Olsen fram við at gera stór framstig sum rennari á longru teinunum. Hetta kom ikki minst til sjóndar leygardagin, tá hon vann kapprenningina á 5.000 metra teininum og setti nýtt føroyskt met, samstundis sum hon var fyrsta føroyska kvinnan niðan fyri 18 minuttir. Nýggja metið eitur nú 17 minuttir og 49,7 sekund!
– Hetta hevði eg slett ikki væntað, tí tað var ikki í mínum tonkum, at eg skuldi seta nakað met. Eg rann jú 800 metra kappingina bara ein tíma frammanundan, umframt at eg hevði havt ein skaða í fótinum alla vikuna, sigur Bjørk, sum eftir met- og gullrenningina sat og rindaði møðina eina løtu, áðrenn vit kundu fáa orðið á hana.
Skaðin hjá henni er av slíkum slagi, at hann merkist best undir upphitingini, men tá hon so er farin í gongd við sjálva renningina, darvar skaðin ikki meira. Kortini hevur hann gjørt, at hon hevur hvílt seg meira enn vanligt, so støðan ikki skuldi gerast verri. Men leygardagin vísti tað seg tíbetur ikki, at skaðin gjørdi fortreð, tí allar umstøður vístu seg at laga seg til tað besta:
– Tá vit fóru í gongd, vísti veðrið seg at vera supergott og at eingin vindur var. Meðan eg rann, fylgdi eg sjálv við tíðini, so eg visti at enda, at tað kundi eydnast mær at taka metið. Hetta hevði ordiliga nógv at siga fyri meg, tí tað er ikki vanligt hjá mær at seta met í Føroyum. Og so var tað sjálvandi eisini ordiliga stuttligt at vinna kappingina, sigur Bjørk.
Met í hópatali
Hetta við, at metini gjarna ikki verða sett í Føroyum, darvar tó ikki Bjørk meira enn so, at hon so bara ger enn meira við tað, tá hon er í kappingum uttanlands. Fyrst í hesum mánaðinum var hon við til VU Spelen í Göteborg í Svøríki, og ta ferðina gjørdi hon ikki mætari enn at seta trý føroysk met eftir trimum døgum!
Tá legði hon fyri við at seta nýtt føroyskt met á 3.000 metra teininum fríggjakvøld, fyri síðani at seta nýtt met á 1.500 metra teininum leygardagin, áðrenn hon sunnudag gjørdi bart og eisini setti met á 800 metra teininum.
Harumframt hevur hon í vetur sett føroyskt innandura met á bæði 1.500 og 3.000 metra teininum, og í summar hevur hon betrað føroysku metini á 800, 1.500 og 3.000 metra teinunum – og nú aftur á 5.000 metra teininum. Eisini hevur hon sett persónlig met á bæði fimm og 10 kilometrum.
Sum nevnt, er Bjørk bara 18 ára gomul, so hon hevur mong góð ár fyri sær, og eftir summarfrítíðina fær hon uppaftur betri møguleikar at gera um seg, tí tá fer hon yvir til USA, har hon skal ganga á universiteti í North Carolina.
– Hetta er eitt universitet, sum hevur ein venjara og eitt lið knýtt at skúlanum, so har verður gjørdur nógvur ítróttur. Eg gleði meg til tað, tí tað kann av álvara vera ein møguleiki fyri at gera framstig, sigur Bjørk, sum longu hevur avtalað, at hon skal renna fyri universitetið í kappingum, meðan hon er har.
Gott við kapping
Í kappingina á 800 metra teininum mátti Bjørk Herup Olsen lúta fyri 20 ára gomlu Natalie Tolvers úr Svøríki, sum tó var ikki meira enn hálvttriðja sekund framman fyri Bjørk, tá tær komu á mál.
– Um tað ikki bleiv til gull har, so gjørdist tað ikki við, tí eg helt, at tað vera sera stuttligt at fáa kapping uttanífrá til júst handa teinin. Tað er altíð gott við kapping, og var eg einsamøll í dag, hevði eg ikki fingið somu tíð – og hevði heldur ikki havt tað líka stuttligt, staðfesti Bjørk, sum eisini í aðrar mátar var væl nøgd við kappingina á Tórsbreyt leygardagin.
– Jatnatøk hevur verið ein fantastiska stuttlig kapping, og ikki minst er tað stuttligt at síggja útlendingar kappast í Føroyum, eisini teir á mínum aldri.
Nú fer summarið hjá frælsa ítróttinum at halla, og so er eisini við renningini hjá Bjørk um okkara leiðir, tí um eina viku skal hon við til Ólavsøkurenningina og síðani verður FM á breyt. Og tá tær báðar kappingarnar eru lagdar afturum, skal hon pakka kuffertini og gera seg klára at fara yvir til USA, har óivað fleiri stórar og spennandi avbjóðingar bíða henni.