Bjørk á 11. plássi

Bjørk Herup Olsen luttók sunnudagin á 10.000m-teininum í NM í Danmark

Norðurlendska meistara­kapp­ingin í 10.000 metra renning var seinnapartin sunnudagin á Østerbro Stadion í Danmark. Bjørk Herup Olsen umboðaði Føroyar og var hon væl hin yngsta í sterka feltinum. Bjørk rann omanfyri ein minutt seinri enn sína betu tíð, sum hon setti fyri fimm vikum síð­ani í USA, og við tíðini 38.07.64 mátti hon taka til takkar við einum 11. plássi av teimum 14 luttakandi.
Vinnarin gjørdist Louise Wiker úr Svøríki við tíðini 34.28.50.