Eg ynski at halda áfram
Enn eitt býráðsval, og vit nærkast stóru avgerðini.
Eg var sera stolt og rørd, tá eg til seinasta býráðsval fekk so nógvar persónligar atkvøður. Hetta gav mær orku og dirvi til at royna meg sum býráðspolittikara á fyrsta sinnið. Eitt spennandi og avbjóðandi tíðarskeið í mínum lívið, sum hevur lært meg nógv um politisku skipanina eins og um viðurskifti sum hava týdning fyri meg og allar aðrar borgarar í Tórshavnar Kommunu.
Eg havi alt mítt arbeiðslív starvast millum borgarar í Tórshavnar Kommunu. Tey fyrstu mongu árini sum heimasjúkrarøktarfrøðingur og síðani sum heilsufrøðingur.
Mín størsta áhuga og har eg meti meg hava størstu vitan, er innan familjuna, frá nýfødda barninum til ellisár.
Eg havi seinastu 4 árini verið forkvinna í Trivnaðarnevndini. Ein nevnd sum umsitir øll míni hjartamál, og sum eg við heilum hjarta og eftir bestu sannføring havi tikið avgerðir í. Eg havi havt ávirkan og hevði sett mær nøkur mál, sum eg vildi náa. Tað er sanniliga við stoltleika, at eg sum býráðslimur í dag kann líta aftur um bak, og ásanna, at komi er á mál innan nógv økir, eins og eg kann staðfesta at nógv væntar enn.
Eg ynski at halda fram, og viðvirka til, at vit kunnu náa enn fleiri málum saman. Tað eru fleiri spennandi verkætlanir fyri framman, sum eg meti meg verða skikkaðan til at bera fram á mál, okkum øllum at frama.
Mær dámar væl býráðsarbeiði og trívist væl í leiklutinum sum býráðspolitikkari. Eg meti meg kunna gera mun og ávirka, og bjóði meg tí fram sum valevni fyri javnaðarflokkin til býráðsvalið 8. november 2016.