Hesum hevur hann boðað býráðnum frá.
Heðin Mortensen hevur verið limur í Tórshavnar býráð síðani 1. januar í 1972. Hann er valdur 12 ferðir síðani 1972.
Men tá hann gjørdist landsstýrismaður í november í fjør mátti hann biða um farloyvi frá býráðsarbeiðinum, tí ein landsstýrismaður hevur ikki loyvi til at hava onnur størv, heldur ikki onnur fólkavald størv.
Meðan Heðin Mortensen var í farloyvi hevur næsta fólk á listanum røkt býráðsstarvið, og var tað Bjørg Dam, verið býráðslimur. Hon var nummar seks á listanum hjá Javnaðarflokkinum á býráðsvalinum í 2016. Fyrsti fundur hennara sum varalimur var 29. november í 2016.
Sjálvt um Bjørg Dam fer úr sínum fasta sæti í býráðnum hóskvøldið, so tekur hon longu á sama fundi sæti fyri Bjørghild Djurhuus, sum hevur biðið um farloyvi.
Bjørghild Djurhuus hevur boðað frá, at henni berst frá at røkja starv sítt sum býráðslimur í meira enn samfullar 14 dagar, og Tórshavnar býráð skrivar í fundarskranni, at sambært § 18, stk. 3, í kommunulógini ger býráðið av, at treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi, ið er Bjørg Dam, eru loknar
##med2##
##med3##
##med4##