Almannaverkið hevur sett Bjørg Hjelm í starv sum deildarleiðara á Børn og ung.
Bjørg Hjelm hevur 14 ára royndir sum sosialráðgevi, har av 5 ár eru innan Børn og ung. Eisini hevur hon røkt deildarleiðarastørv í Almannaverkinum í styttri tíðarskeið.
Bjørg Hjelm tekur við eftir Berit Unn Petersen, sum fór úr starvinum herfyri.