14. apríl verður eitt forkunnugt kvøld fyri bjór-fjepparar á Bryggjuni í Vestmanna.
Fyrireikararnir hava bílagt eitt tons av øli til hetta serliga kvøldið.
Talan verður um øl frá OKKARA og FØROYA BJÓR; men eisini eru klassiskt útlendskt øl bílagt, sum hevur verið ringt at fingið fatur á her heima.
Umframt alt ølið, verður eisini matur at fáa, sum riggar til høvið. Magnus Magnussen fer at undirhalda frá klokkan 22, og Shamrock spæla til dans eftir klokkan 23. Shamrock fer at spæla góðan írskan tónleik og dansitónleik.
Atgongumerki kunnu keypast hjá Magn í Vestmanna og hjá Tutl í Havn.