Fleiri sethús hava fingið skaða í ódnini, ið hevur herjað oyggjarnar í dag.
Eitt teirra eru húsini hjá Másu og Pæturi Háberg í Klaksvík. Tað, sum hendi var, at nakrir bjálkar komu sendandi í vindinum og inn í vindeygað í stovuni. Sum tað sæst á myndunum, so er skaðin umfatandi inni í stovuni.
Tey vita ikki, hvaðani bjálkarnir eru komnir frá, men tað kundi hugsast, at tað var av eini tekju. Tað eru tekjur í Klaksvík, ið hava rivið seg leysar í dag.
Tey vóru tíbetur ikki til staðar, tá hendingin fór fram. Eina lítla løtu áðrenn vóru tey farin út at vitja familju.
Myndirnar tók Ragnar Mouritsen.