Aðalskrivarin í donsku deildini hjá Heimsnátturufondinum heldur, at føroyski høvuðsstaðurin eigur at verða við í einum tiltaki, har alt ljós skal sløkkjast til ávísa tíð í mars World Wide Fund for Nature skipar í mars mánaði næsta ár fyri einum serligum tiltaki, har teir mæla øllum í Keypmannahavn til at sløkkja ljósið í ein tíma.
- Meginparturin av orkuni, sum verður brúkt til at skapa streym í Keypmannahavn, kemur frá brenning av olju. Við at sløkkja ljósið í Keypmannahavn kunnu vit spara orku, og mest av øllum er hetta eitt súmbolskt tiltak, sum skal vísa, at vit hava ein vilja til at gera nakað við veðurlagsbroytingarnar, segði Kim Carstensen, aðalskrivari í Heimsnáttúrufondinum, við Rás 2 í morgun
- Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um Havnin eisini kom upp í hetta átakið næsta ár. Vit rokna við, at nógvir býir kring heimin verða við, sigur hann við Rás 2.