Tá mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens verða handaðar hósdagin, bjóðar 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu fýra forvitnisligar sangframførslur - men hvør fer at syngja, meldar søgan hjá Tórshavnar kommunu koritni einki um?
Av fyrstan tíð kundu ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977.
Limir í nevnd M. A. Jacobsens frá ársbyrjan og fýra ár fram eru Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen vald av býráðnum. Hini eru Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin Anna Brimnes.
Í nevndini fyri Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.
Tá Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin klokkan 17 verða eisini fýra forvitnisligar sangframførslur at hoyra. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.