Fiskasølan
? Vit satsaðu alt, vit áttu upp á at keypa Føroya Fiskasølu. Og tað høvdu vit ikki gjørt, høvdu vit ikki fult álit á, Fiskasølan hevði eina framtíð.
Hákun Steingrímsson, nevndarformaður í Føroya Fiskasølu til mánakvøldið, er grundleggjandi ósamdur við Framtaksgrunnin um framtíðina hjáFøroya Fiskavirking.
Framtaksgrunnurin, sum eigur Fiskasøluni sigur, at Fiskasølan hevur givið stórt hall og at útlit eru ikki fyri nøktandi rakstri í framtíðini.
Og nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum hevur enntá sagt, at Fiskasøluni er ikki lív lagað.
? Hetta kunnu vit als ikki vera samd í, tí so høvdu vit ikki bjóða 47 milliónir fyri Fiskasøluna.
Annars heldur Hákun Steingrímsson, at tað mátti verið ein góður handil hjá Framtaksgrunninum at sloppið av við eina deyðadømda fyritøku fyri næstan hálvthundrað milliónir.
Hann sigur, at tey, sum varaðu av Fiskasøluni, høvdu varhugan av, at okkurt var í væntu og tí ringdi hann til nevndarformannin í Framtaksgrunninum, Dagmar Joensen.
Tað endaði við at eg spurdi um tey vóru áhugað í einum tilboði frá okkum. Tað var nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum. Men hon legði dent á, at eitt tilboð mátti koma skjótt, tí nú var rættilig gongd á.
? Men hon legði afturat, at í veruleikanum dámdi henni betri hendan møguleikan enn alternativini....
Síðani hevur alternativið víst seg at vera samanleggingin við Fiskavirking.
Hákun Steingrímsson sigur, at Framtaksgrunnurin fer eftir ferð hevur boðað frá, at ognir teirra eru altíð til sølu.
? Men tá ið Framtaksgrunnurin so fer eitt ítøkiligt tilboð frá okkum, er Fiskasølan ikki til sølu kortini.
Fiskasølan gekk væl
Gamli nevndarformaðurin í Fiskasøluni er als ikki samdur við Framtaksgrunnin í, at Fiskasølan gekk so illa.
? Fyri tveimum árum síðani fekk Framtaksgrunnurin 2,5 milliónir í vinningsbýti frá Fiskasøluni. Tað var fyrstu ferðina, at hann hevur fingið vinningsbýti frá Fiskasøluni.
? Í fjør hevði Fiskasølan eitt avlop av rakstrinum upp á 10 milliónir og tað er besta úrslitið hjá henni nakrantíð.
Men Fiskasølan eigur eisini laksavirkið Eystlaks í Fuglafirði og nú kreppa er í alivinnuni, gjørdu vit av at avskriva alt í Eystlaks, tvs 15 milliónir, fyri at binda um heilan fingur og at sleppa okkum av við alt í Eystlaks, so at tað ikki ávirkar raksturin aftur. Tað var ein vælgjøgnumhugsað avgerð og hetta visti Framtaksgrunnurin eisini av, leggur hann afturat.
? Men hetta hevur onki við raksturin á Fiskasøluni at gera, tí hann var metgóður í fjør.
Hákun Steingrímsson sigur, at fyrra hálvár í ár hevur ikki gingið væl.
? Vit hava havt eitt hall upp á góðar 5 milliónir fyrra hálvár í ár. Ein orsøk til tað er, at virkið í Hvalba hevur havt eina trupla byrjan.
Leiðslan í Fiskasøluna visti av at virkið í Hvalba fór at verða tungt, men vit trúðu framvegis uppá, at vit kundu venda skútuni, serliga nú vit fingu saltfiskavirkið í Vági eisini. At vit høvdu tvey virki gjørdi, at tað nógv lættari at keypa heilar lastir, tí vit kundu senda fisk ímillum Hvalba og Vág og tað hevði bøtt um raksturin hjá báðum virkjunum.
Hákun Steingrímsson sigur, at seinna hálvár í ár hevur tað hepnast at venda gongdini og teir seinastu mánaðirnirhava eisini verið góðir hjá Fiskasøluni.
? Í september hevði Fiskasølan eitt 500.000 krónur í yvirskoti, í oktober var yvirskotið 800.000 krónur og í november høvdu vit eina millión í yvirskoti. Og í desember verður yvirskotið mett at verða 1,5 millión.
Framtíðarútlitini ikki døpur
Og hann heldur framtíðarútlitini vóru alt annað enn døpur.
? Vit høvdu ítøkiligar ætlanir um virksemið uttanlands, í Baltalondum og aðrastaðni, men vit høvdu eisini kannað møguleikarnar í Hetlandi.
-Teir høvdu eisini ætlanir um at fáa útlendska rávøru til Føroyar at virka.
Hákun Steingrímsson sigur, at alt hetta gjørdi, at teir vágaðu sær at bjóðaðu 47 milliónir fyri Fiskasøluna.
? Okkara ætlan var ikki at fara á ránsveiði í Fiskasøluni, soleiðis sum onkur hevur tulkað okkara tilboð. Vit gjørdu hetta av neyð fyri at bjarga arbeiðsplásunum hjá øllum fólkunum á Fiskasøluni, tá ið vit fingu frænir av, at okkurt var í væntu - og nú eru eisini níggju fólk á Fiskasøluni søgd upp.
Og Hákun Steingrímsson sigur, at tilboðið hjá teimum stendur við, so er Framtaksgrunnurin framvegis av teirri áskoðan, at Fiskasøluni er ikki lív lagað, so eru tey vælkomin at taka av tilboðnum.
? Hann heldur ikki, at tað er úrslitið hjá Fiskasøluni sum hevur gjørt, at Framtaksgrunnurin hevur lagt hana saman við Fiskavirking.
Hann heldur tvørturímóti, at tað er fyri at sleppa undan kappingini um fiskin, at hetta stigið er tikið, tí nú er ein kappingarneyti minni at bjóða upp a fiskin.
? Framtaksgrunnurin hevði verið vælkomin at brúkt eina tíð uppá at bjóða øðrum keyparum uppí, tí vit vóru als ikki úti eftir at fáa Fiskasøluna fyri undurprís, sigur Hákun Steingrímsson.










