Bjóðaðu Íslandi 3% av kvotuni

Tá Noreg og ES bjóðaðu Íslandi góð 3% av heildarkvotuni, kendu íslendingar seg hildnir fyri spott. Teir fóru av fundinum og ásettu sær 17% av heildarkvotuni. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, dylur ikki fyri, at Føroyar sum partur av samstarvinum um býtið av makreli gjøgnum fleiri ár hevði væntað sær ein frægari kvotupart enn tann, sum Ísland fór at fáa í eini møguligari avtalu.

Noreg og ES bjóðaðu Íslandi stívliga 3% av heildarkvotuni, men tað vildu teir slett ikki hoyra talan um. Teir tóku hetta, sum vórðu teir hildnir fyri spott í einum møguligum samstarvi. Tá Ísland sá, hvønn veg tað bar, og at teir ikki fóru at koma nakran veg í samráðingunum, pakkaðu teir taskurnar og fóru av fundinum.

Íslendingar hildu ikki, at tað loysir seg hjá teimum at verða við í einum samstarvi, sum eftir teirra tykki gevur teimum so lítið av einum tilfeingi, sum svimur í teirra egna sjógvi.

Jacob Vestergaard sigur, at tað tí slett ikki var óvæntað, at Ísland fór at melda út beint eftir fundin í Oslo.

Hann ásannar samstundis, at tað sjálvandi kann hava týdning fyri Føroyar, hvørja støðu Ísland tekur í einum slíkum máli.

- Hóast Føroyar slett ikki stóðu yvirfyri Íslandi sum teir, ið ikki unna teimum eitt betri býti, fylgdu føroysku umboðini gongdini, tí tað vil altíð vera soleiðis, at okkara støða verður nakað tengd at Íslandi. Jú, sterkari Ísland stendur, so smittar hetta ? alt annað líka - eisini á okkum, sigur Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin væntar annars ikki, at Føroyar høvdu undirskrivað eina avtalu í Oslo á samráðingarfundinum seinast, um vit í avtaluni vórðu fyri einum minni prosentparti enn Ísland.