Inntil í dag hevur tað verið soleiðis á føroyska tryggingarmarknaðinum, at hevði tú eitt ynski um at skifta tryggingarfelag, so kundi hetta ikki fremjast í verki fyrr enn eitt heilt ár eftir, at umbønin var latin inn. Uppsagnarfreistin var eitt heilt ár. Soleiðis hevur støðan verið hjá bæði Trygd og Tryggingarfelagnum Føroyar, men nú er tað broytt.
– Tíðin er farin frá, at vit halda upp á kundarnar á henda hátt, segði Ali Celebi, stjóri, á tíðindafundi á Hotel Hafnia í morgun.
– Allir kundarnir hjá Trygd fáa nú rætt til at seta úr gildi sáttmála teirra við ein mánaðar ávaring, sum í dag er eitt ár.
Stjórin á Trygd vísti millum annað á, at hetta fór at hava við sær ein størri dynamikk á marknaðinum. Krøvini til kappingarføri fara at vaksa, og sama við fyrisitingarligu krøvunum. Tá hetta var sagt, so duldi Ali Celebi heldur ikki yvir, at tað er teirra vón, at kappingarneytin Tryggingarfelagið Føroyar fer at geva sínum kundum sama møguleika, soleiðis at teirra kundar lættliga kunnu skifta verandi sáttmálan út við ein hjá Trygd.
Tí sum er, so eru tað bara kundarnir hjá Trygd, sum kunnu skifta tryggingarfelag frá mánað til annan. Kundarnir hjá Tryggingarfelagnum hava framvegis eitt ára uppsagnarfreist, og kunnu tískil ikki eins lætt skifta felag.
Í stuttum ber til at staðfesta, at nýggja tilboðið frá Trygd, er ein avbjóðing til teir sjálvar, um at hækka góðskuna á vøruni teir framleiða í dag, soleiðis at kundarnir ikki ríma, men sanniliga eisini avbjóðing til kappingarneytan, um at fáa teir at gera tað sama.
Sama gongd uttanlands
Við á tíðindafundinum í morgun, var danski journalisturin, Povl Dengsøe, ið hevur skrivað um og viðgjørt mong tryggingarmál. Umvegis websjónvarp greiddi hann frá, at tað sum Trygd nú fer undir, hevur verið rákið seinastu árini í Danmark og aðrastaðni við.
Povl Dengsøe metti eisini, at tað var um biltryggingarnar, at kappingin var harðast í millum feløgini. Tað var eisini júst á tí økinum, at Trygd byrjaði sítt virksemi, tá teir í 1997 komu á marknaði, at monopolið á føroyska tryggingarmarknaðinum var avtikið. Í 2005 varð Hoyvíkssáttmálin settur í gildið, og hetta gav føroysku feløgunum møguleikan at flyta seg yvir á íslendska marknaðin. Umvent so forðar lóggávan fyri, at íslendingar sleppa henda vegin við tryggingum, men tann lógin er til hoyringar í løtuni, so tað verður nokk ikki so leingi, áðrenn tað verður broytt og íslendingar eisini kunnu veita føroyingum tryggingartænastur.
Tryggingarfelagið ikki sama veg
Beint áðrenn evstamark okkara fingu vit orðið á forstjóran hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og spurdi hann, um teir nú fara undir eitt líknandi átak. Hann svaraði, at tað liggja ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum um tað í løtuni.
– Men vit arbeiða við at fara meiri aktivt inn á marknaðin, og virka fyri at fáa tørvin hjá kundunum nøktaðan, segði Edvard Heen, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.