Bjóða næstan 19 krónur fyri hýsu

Vanliga er ikki nógvur fiskur á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum fríggjadag, men í dag vóru 107 tons, og tað er væl meiri enn vanligt.

Tann góða gongdin við hýsuprísinum var kanska orsøkin til, at næstan 50 tons av hýsu vóru á uppboðssøluni í dag, og teir, sum seldu, fingu eisini væl burturúr.

Tann stóra hýsan fór fyri 14,93 krónur í meðal, men tað besta boðið var 18,70 krónur. Hinar støddirnar fylgdu væl við. Hýsa II fór fyri 14,43 krónur, hýsa III fyri 13,88 krónur, og tann minsta hýsan fekk meðalprísin 10,62 krónur.

Góð 40 tons vóru av toski, men toskurin kundi ikki fylgja hýsuni í prísi. Tann størsti toskurin fekk meðalprísin 13,01 krónur, og tær næstu støddirnar fóru fyri millum 12 og 13 krónur kilo í meðal.

Tey 107 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri knappliga 1,4 millión krónur.