Bjóða nú økið út til íbúðar-ella raðhúsabygging

- Eftirspurningurin eftir at seta búgv er veksandi, siga tey í Nes kommunu.

 

 

Nes kommuna bjóðar nú út eitt grundstykki til bygging av íbúðum ella raðhúsum við Høganesveg á Toftum.

- Til tess at lofta eftirspurninginum, nú veksandi áhugi er at seta búgv í kommununi, ætla vit nú, at íbúðir ella raðhús skulu byggjast oman fyri vegin.

Tað siga tey í Nes kommunu í dag, samstundis sum víst verður á, at umtalaða økið er partur av matr. nr. 267e, sum kommunan eigur.

Talan er um stívliga 2.000 fermetrar.

- Fyri at fáa fjøltáttaða bygging verður økið samsvarandi heildarætlanini bjóðað út til íbúðar- ella raðhúsabygging, har fyrsta strekkið á nýggja vegnum eru sethús niðan fyri og eitt nú íbúðir ella raðhús hinu megin vegin.

Í Nes kommunu bjóða tey áhugaðum at venda sær til kommununa fyri at fáa neyvari upplýsingar um byggiætlanina, prísir, tíðarætlan og annað.

Meira er at lesa um teir møguleikar, sum her eru, á www.nes.fo