Bjóða øllum við til 2020

- Valskráin "Kom við til 2020” verður almannakunngjørd á tíðindafundi hósdagin á Trappuni, sigur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.

Tað eru valevnini hjá Javnaðarflokkinum, vit síggja á viðheftu mynd, sum bjóða seg fram at leiða Tórshavnar kommunu inn í 2020.

 

- Á listanum eru bæði roynd og nýggj valevnir. Valevnini koma úr allari kommununi. Tað er gleðiligt, tí Javnaðarflokkurin er fyri øll í allari kommununi, sigur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í tiðindaskrivi í kvøld.

 

Lagt verður aftrat, at valskráin við heitinum “Kom við til 2020” verður almannakunngjørd á tíðindafundi hósdagin 20. oktober, klokkan 10 á Trappuni.

 

- Valskráin verður eisini borin út til øll húski í kommununi, leggur felagið aftrat.

 

Valevnini eru: Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø, Bjørghild Djurhuus, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Hákun Skoubo Dalsgaard, Odd Færø, Emly Djurhuus, Djóni Nolsøe Joensen, Høgni Joensen, Bjørg Dam, Halla Samuelsen, Unn Sørinardóttir Perdomo, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð og Heri Ólason Dam.