Latið ei søguna doyggja. Fáið eina uppliving fyri lívið í Vágum vikuskiftið, 20.-22. apríl.
Hetta er líka sum slagorðið aftan fyri Savnsfagnaðin, sum næsta vikuskiftið fer av bakkastokki í Vágum og sum fevnir um alla oynna. Tað eru í fyrsta lagi søvnini í Vágum, og tey eru fleiri í tali, sum skipa fyri rimmar tiltakinum, ið setir fokus á ríka mentanarskattin, sum oyggin og fólkið í oynni eigur.
Borgarstjórarnir í kommununum báðum, Eyðdis Hartmann Niclasen í Vága kommunu og Eimé Jacobsen í Sørvágs kommunu, eru báðar ógvuliga takksamar fyri tað megnar arbeiði, sum er gjørt og sum liggur aftan fyri øll tey mongu tiltøk, sum eru á skrá, bæði til álvara og gamans.
Eyðdis Hartmann Niclasen og Eimé Jacobsen bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Vágar, og tær leggja dent á, at øll tiltøk í skránni eru ókeypis. Handlar, matstovur og kafé’ir í Vágum fara at hava opið longri, meðan Savnsfagnaðurin er.
Millum tiltøk, sum borgarstjórarnir halda vera ógvuliga forvitnislig í skránni, er ikki minst upplivingartiltakið, har áskoðarin verður tikin við inn í heimin hjá prestakonuni, Beintu.
- Hetta tiltak byrjar í Sandavági við gongutúri í fótasporunum hjá Beintu, og tað verða Jákup Pauli í Eyðanstovu, ferðaleiðari og Lydia Laksafoss, sum hevur granskað nógv í søguni um prestakonuna, sum fara at siga frá.
Borgarstjórarnir vísa á, at gongutúrurin endar í Listastovuni, har Annika Johannessen, sjónleikari, fer at framføra leik. Tað er bara ein framsýning við Beintu í skránni, men tað er ikki óhugsandi, at undirtøkan verður so mikið stór, at neyðugt verður við eykasýning. Um so verður, fáa fólk at frætta um tað.
Tá Savnsfagnaðurin verður settur av landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, fríggjadagin 20. apríl klokkan 16, fara borgarstjórarnir eisini at siga nøkur orð.
- Vit endurtaka, at øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í Vágum á Savnsfagnaðinum, siga tær báðar, Eyðdis Hartmann Niclasen og Eimé Jacobsen, ið eisini vísa til skránna, sum sæst um heimasíðurnar www.vaga.fo og www.sorvag.fo