Bjóða Klippfisk høli í Eysturkommunu

Mentanarnevndin í Eysturkommunu hevur bjóða Klippfisk verkætlanini, sum er húsvill í Havn, at fáa høli í Eysturkommunu.

 

Hann Jensen, forkvinna í nevndini, sigur, at tey hava boðið áhugafelagnum Klippfisk til fundar um hølisviðurskifti, framtíðar ætlanir fyri film í Føroyum eins og onnur viðkomandi mál, sum viðvíkja filmi.

 

– Eysturkommuna er ein virkisfús kommuna í vøkstri, sum fegin vil bjóða seg fram at hýsa virkseminum hjá Klippfiski ella einum parti av virkseminum og annars vera viðleikari í filmspolitikkinum og filmsvinnupolitikkinum, sigur nevndini í innbjóðingini til fundin.

 

Tey siga víðari, at Mentanarnevndin er fús at koma á fund við Klippfisk um avbjóðingarnar og at tala um framtíðar filsmvirksemi í landinum øllum.

 

– Eftir at koyrandi  verður gjøgnum Eysturoyartunnilin í 2019 styttast strekkini ímillum viðkomandi støð í miðal niður í eina helvt. Her á staðnum er skapandi fólk, sterkar vinnufyritøkur av ymiskum slagi, vøkur og fjølbroytt náttúra, inspirerandi umhvørvi og ein serstøk savnandi mentan við nógvum mentanar-og listagreinum og sum rúmar væl fleiri, skriva tey.

 

Tey vísa eisini á, at filmur eisini hevur síni umboð har um leiðir og hóskar serstakliga væl inn í mentanarliga og vinnuliga umhvørvið, eins og hølisviðurskiftini eru partur av stuðlinum, sum Eysturkommuna veitir fleiri pørtum í mentanarlívinum í kommununi.