Síðani løgtingsvalið leygardagin, hava tey Tjóðveldinum ikki dult fyri, at flokkurin ógvuliga fegin vil sleppa í eina samgongu.
Serliga vísa tey til tað góða valúrslitið, sum flokkurin hevði við eini framgongd upp á 1,6% og er størsti flokkur.
Tjóðveldið tulkar valúrslitið soleiðis, at føroyingar vilja hava broytingar, og ta støðuna hevur flokkurin brúkt í royndunum at skipa samgongu.
Á Gamla Apoteki í morgun vistu vælvitandi keldur í Fólkaflokkinum at siga fyri púra vist, at Tjóðveldi hevur bjóðað Jørgen Niclasen, formanni Fólkafloksins, sessin sum løgmaður fyri at lokka Fólkaflokkin at koma í samgongu við Tjóðveldi og sostatt at sleppa samráðingunum við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Sjálvur hevur Jørgen Niclasen ongar viðmerkingar til tað, men hann staðfestir, at sessurin sum løgmaður hevur ikki fremstu raðfesting hjá honum, tí tað, hann nógv heldur vil, er at fáa so nógvan fólkaflokspolitikk sum gjørligt við í eitt samgonguskjal og fyribils eru samráðingar við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum, sigur, at hesum er onki hald í.
- Sjálvandi ganga nógvar søgur í eini slíkari støðu, men vit hava als ikki tosað um valdsbýtið í eini møguligari samgongu. Vit hava bara tosað um politisk mál, segði hann bæði við Sosialin og í tíðindunum á Rás 2 klokkan 12 í dag.
Høgni Hoydal staðfestir, at Tjóðveldi fær ikki annað enn sitið og bíða og annars, verða til reiðar, skuldi samráðingarnar um ABC samgonguna kollsiglt og boð verða eftir Tjóðveldinum.
Annars heldur hann, at eitt úrslit av valinum er, at ein stórur meiriluti av veljarunum vil hava fullveldi, og tí heldur hann, at ein samgonga ímillum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin avgjørt átti at verið ein møguleiki.










