Bjóðaðir á stevnu aftur næsta ár

Føroyskir og útlendskir framsýnarar á fiskivinnustevnuni í Runavík, eru bodnir á styevnu í Hanstholm komandi ár

Sosialurin í Runavík: Tað tykist sum um stórur áhugi er fyri at halda fiskiinnustevnu.
Tá ið framsýnararnir á stevnuni í Runavík komu til arbeiðis í gjáramorgunin, lá litfagur faldari á hvørjum borði við eini innbjóðing um at koma á fiskivinnustevnu í Hanstholm næsta ár.
Stevnan í Hanstholm nevnist "Havfisk International" og er í døgunum 16.-18. september komandi ár.
Hanstholm er størsta fiskivinnuhavn í Danmark og hetta er aðru ferð, at stevnan verður hildin har.
Á seinastu stevnuni í Hanstholm vóru nakrir gestir úr Føroyum á stevn-uni, men ongin fyritøka var og sýndi fram.
? Tað vóna vit verður øðrvísi næsta ár, siga fyrireikararnir av stevnuni í Runavík.
Teir siga, at á stevnuni er mest hugsað um norðuratlantshav, tvs Danmark, Noregi, Føroyar og Ísland.
Seinast, stevnan var, voru útvið 5.000 fólk á stevnuni og hugdu og tá voru 104 básar.
Næsta stevnan verður munandi størri. Tá verður stevnan einar 7.000 fermetrar, tvs, at hon verður nakað størri enn stevnan, sum nú er í Runavík.
Tey, sum vilja vita meiri um stevnuna í Danmark, kunnu fara á alnetið: www.havfisk.dk